Ársins spælari ikki tann rætti

Adeshina Lawal er av røttum ársins spælari hjá monnum í føroyskum fótbólti - ikki Lukasz Cieslewicz

Adeshina Lawal er av røttum ársins spælari hjá monnum í føroyskum fótbólti. Eitt mistak í uppteljingini bar við sær, at Lukasz Cieslewicz fekk heiðurin á fótbóltskvøldinum fríggjakvøldið.

 

Tað hendi, sum ikki skuldi henda. Tá atkvøðuseðlarnir fyri bestu fótbóltsavrikini hetta kappingarárið vórðu taldir saman, kom ein av seðlunum skeivt fyri.

 

Atkvøðurnar hjá liðskiparanum hjá EB/Streymi, Gert Hansen, komu av misgávum at standa øvut. Hetta bar við sær, at navnið, sum skuldi hava 5 stig, fekk 1 stig, meðan tann, ið skuldi hava 1 stig av órøttum fekk 5 stig.

 

Gert varnaðist sjálvur støðuna, tá Sosialurin mánakvøldið kunngjørdi, hvussu hvør einstakur av teimum við atkvøðurætti hevði valt síni nøvn. Hann gjørdi okkum alt fyri eitt varugar við mistakið, sum sjálvandi skal rættast.

 

Verða tølini hjá Gert Hansen rættað, so inniber hetta eina broyting. Hon er, at Adeshina Lawal fer frá 64 upp í 68 stig í kappingini um at gerast ársins spælari. Lukasz Cieslewicz, sum fekk heiðurin fríggjakvøldið, fer samstundis frá at hava 71 niður á 67 stig.

 

Soleiðis verður tað Adeshina Lawal og ikki Lukasz Cieslewicz, sum skal hava heiðurin sum ársins spælari í føroyskum mansfótbólti 2014. Fyri hinar bólkarnar broytti justeringin av atkvøðunum einki ímillum trý tey fremstu nøvnini.

 

Hjá okkum, sum sita við ábyrgdini av uppteljingini, er hetta sjálvandi ein sera keðilig støða. Atkvøðurnar eru undir uppteljingini bæði taldar og eftirkannaðar, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið.

 

Hetta prógvar tó, at tað var ein røtt avgerð, sum varð tikin í fjør, tá ítróttarredaktiónin gjørdi av, at allar atkvøður – tær til dómarar undantiknar – skuldu almannakunngerast. Hetta gevur gjøgnumskygni, og uttan hetta varð mistakið helst ongan tíð komið undan kavi.

 

Samstundis er avgerð tikin um at tillaga atkvøðugreiðsluna og uppteljing av hesari, so mistøk av hesum slag verða fyribyrgd.