Tá ið B36 í fyrsta umfari – sunnudagin 7. mars – vann 2-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, varð 17 ára gamli Martin Agnarsson av B36 fjepparunum kosin at vera dagsins maður.
Í fyrsta dystinum skoraði hann seinni málið, og hóast hann ikki síðani hevur skorað í bestu deildini, so hevur aftur og aftur verið staðfest, at Martin Agnarsson er týdningarmikil maður hjá B36, har hann mest sum hvørja ferð hevur verið millum teir fyrstu ellivu.
Tað var hann inntil næstsíðsta mánadag, tá ið B36 var í Gøtu, har heimaliðið vann 1-0.
Í 64. minutti, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, fór Martin Agnarsson av vøllinum. Tað sást, at hann var darvaður av pínu, og eftir dystin varð tað staðfest, at hann hevur brotið hondina. Tí var hann ikki við, tá ið B36 sunnudagin spældi 1-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Í liðtíðindunum í Soialinum í dag verður sagt, at hann verður ikki við, tá ið B36 leygardagin fer at spæla í Trongisvági.
Úr B36 frættist, at tað kann roknast við, at hondin verður í gipsi í átta vikur. Teir vóna, at hondin um ikki so langa tíð verður løgd í bleytari skinnara, og at tað tá aftur fer at bera Martini, sum tey í B36 halda higartil hevur verið ársins spælari í felagnum, til at spæla.
Longu 21. juni í fjør, tá ið B36 vann 3-0 í Fuglafirði, skifti B36 venjarin Jákup á Borg fyrstu ferð Martin Agnuarsson, sum tá var 16 ára gamal inn á besta liðið hjá B36. Higartil hevur Martin sambært faroesoccer.com spælt 21 dystir í bestu deildini.