Ársins leiðari fer nú vestur í Vágar

Eftir nógv ár sum leiðari á heiminum fyri minnisveik í Vallalíð í Havn, tekur Halldis Joensen nú við nýggjum avbjóðingum í Vágum

 

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur nú sett Halldis Joensen í starv sum leiðari fyri Heimatænastuna. Hon byrjar í nýggja sta tann fyrsta oktober.

 

Halldis tók prógv sum heilsurøktari í 1996, men síðan hevur hon eisini fingið sær fleiri viðkomandi útbúgvingar, eitt nú í leiðslu.

 

Hon hevur verið leiðari á heiminum fyri minnisveik í Vallalíð í Havn seinastu 10 árini.

 

- Hon er kend fyri síni góðu leiðaraevnir og fyri at fáa bæði starvsfólk og búfólk at trívast, sigur stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum

 

Halldis Joensen varð vald sum ársins almenni leiðari í 2013.