Hóast Arsenal hevur fingið strúkandi byrjan í Premier League, heldur ein av profilunum á liðnum, at felagið eigur at styrkja seg, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur síðst í hesum mánaðinum.
- Eg haldi, at felagið má keypa fleiri spælarar beinanvegin. Vit mugu máta okkum við toppliðini í Europa, og tí hava vit brúk fyri fleiri spælarum, sigur Arshavin.