Arsenal hevði í kvøld møguleikan at vinna seg upp á 2. plássið undir liðina á Manchester City, um tað skuldi eydnast teimum at vinna ímóti Swansea, sum vitjaði á Emirates.
Tað var Arsenal, sum hevði greiða yvirvág í spælbýti og málmøguleikum, men málverjin hjá Swansea, fyrrverandi Arsenal-málverjin, Lukasz Fabianski, spældi ein sera góðan dyst.
At Arsenal ikki tók av sínum málmøguleikum kom at kosta teimum dýrt, tí fimm minuttir fyri leiklok fall einasta málið í dystinum, sum Bafetimbi Gomis stútaði í málið.
Við 1-0-tapinum í kvøld verður Arsenal tískil verandi á triðja plássi, trý stig aftanfyri Mancheter City. Teir hava tó ein dyst til góðar.