Í upptaktini tótkist breið semja at vera um, at Manchester United var favorittur, tá ið allar stjørnurnar hjá Alex Ferguson tíðliga seinnapartin vitjaðu unglingarnar hjá Arsene Wenger á fullsetta Emirates stadion.
Talan var um tætta og intensa uppgerð, sum í løtum varð heilt væl spæld. Bæði liðini høvdu møguleikar, og serliga høvuðsstjørnurnar hjá United vóru tannleysar og óneyvar. Ikki minst Wayne Rooney, Cristiano Ronaldo og Dimitar Berbatov.
Størstu møguleikarnar hjá Arsenal í 1. hálvleiki hevði danski Nicklas Bendtner, sum misnýtti skammiliga, tá ið hann mitt fyri málinum var púra leysur og við høvdinum hevði møguleika at stýra bóltin í málið.
Miðvallarin Samir Nasri, sum átti fleiri av góðu uppleggunum skoraði bæði Arsenal málini. Tað fyrra miðskeiðis í 1. hálvleiki, eftir at Berbatov hevði stýrt hornasparki fyri føturnar á honum, og hitt seinna ´48. minutti eftir framúr uppspæl, sum Cesc Fabregas var arkitektur aftanfyri.
Síðstu løtuna trýsti Manchester United, og í 90. minutti minkaði Rafael da Silva um munin, tá ið hann heilfluktaði returbólt eftir horna í málið.
Orsaka av steðgi, tá ið Arsenal málverjin, Manuel Almunia, var skaddur, legði dómarin seks minuttir afturat. Møguleikar vóru í báðum endum, og áskoðararnir bitu negl í nógva spenninginum. Men hvørgum parti eydnaðist at skjóta mál, og tí var heimafagnaðurin óførur.
Arsenal-Manchester United 1-2
Wigan-Stoke 0-0
Sunderland-Portsmouth 1-2
West Ham-Everton 1-3
Hull-Bolton 0-1
Liverpool-WBA 3-0