Arsenal og Chelsea mistu

Hvørki Arsenal ella Chelsea megnaðu at fylgja Manchester United í dag, meðan Roy Hodgson fekk sína hevn móti Liverpool. Arsenal er nærmasti kappingarneytin hjá Manchester United til at vinna enska meistaraheitið í ár. Tá tað manglaðu 25 minuttir av dystinum á Upton Park, var Manchester United aftanfyri 2-0, meðan Arsenal hevði yvirkomuliga uppgávu á heimavølli. Jú, hetta kundi verða dagurin har Arsenal gav eitt greitt tekin um, at teir ætla at vinna Premier League. Síðani tá er støðan tó nógv broytt. Wayne Rooney tryggjaði Manchester United ein sigur, meðan Arsenal enn eina ferð misti á heimavølli.

 

Í fyrra hálvleiki var Blackburn væl við í dystinum, men einki mál kom. Í seinna hálvleiki fekk Blackburn ein leikara útvístan, men framvegis megnaði Arsenal ikki at bróta Blackburn niður. Dysturin endaði við einum skuffandi javnleiki fyri Arsenal, meðan Blackburn fyri fyrstu ferð í átta royndum fekk stig á útivølli móti Arsenal.

 

Skuldi Chelsea hava nakran møguleika at vinna meistaraheitið í ár, so skuldu teir vinna í dag á útivølli móti Stoke. Tað gekk tó illa at fáast við Stoke, sum legði seg á odda aftaná átta minuttir við máli frá Jonathan Walters. Didier Drogba javnaði við frálíkum málið tá ein góður hálvur tími var leiktur. Chelsea, sum hevði Fernando Torres á bonkinum fyrsta tíman, megnaði ikki at fylgja við Manchester United, sum fyrr í dag vann 4-2.

 

Newcastle, sum hevur Jóan Símun Edmundsson á lønarlistanum, vann 4-1 á Wolverhampton á St. James? Park. Tað er fyrstu ferð síðani august 2008, at Newcastle hevur vunnið ein Premier League dyst á St. James Park, sum er byrjaður klokkan 15:00 ein leygardag. Kevin Nolan, Shola Ameobi, Peter Løvenkrands og Jonas Gutierrez skoraðu málini fyri Newcastle.

 

West Bromwich Albion, við Roy Hodgson sum venjara, hevði í dag vitjan av Liverpool, har hann var koyrdur um ársskiftið. Í dag fekk hann møguleikan at hevna viðferðina hann fekk í Liverpool. Sambært sær sjálvum, so fekk hann ongantíð tað viring ella uppbakning hann helt seg hava uppiborið í Liverpool.

 

Við tveimum brotsspørkum megnaði WBA eisini at venda eini 1-0 leiðslu hjá Liverpool, til ein 2-1 sigur. Martin Skrtel legði Liverpool á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Um miðjan seinna hálvleik javnaði Chris Brunt og tveir minuttir fyri tíð avgjørdi hann dystin enn einum brotssparki.

 

Tottenham spældi málleysan javnleik á útivølli móti Wigan, meðan Everton og Aston Villa spældu 2-2. Birmingham vann fyri fyrstu ferð síðani Carling Cup finalu sigurin móti Arsenal.

 

Manchester United liggur nú sjey stig frammanfyri Arsenal, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Tað hevur Chelsea eisini í triðja plássi, men teir eru heili 11 stig aftanfyri oddaliðið.

 

Premier League dystir í dag:

 

West Ham ? Manchester United 2-4

Birmingham ? Bolton 2-1

Everton ? Aston Villa 2-2

Newcastle ? Wolves 4-1

Stoke ? Chelsea 1-1

WBA ? Liverpool 2-1

Wigan ? Tottenham 0-0

Arsenal ? Blackburn 0-0