Kappingin um fyrsta plássið í Premier League hevur verið sera hørð, har Manchester United og Arsenal leingi hava kappast um fyrsta plássið. Úrslitini í dagsins rundu av Premier League fullu soleiðis, at Arsenal nú er einsamalt oddalið.
Manchester United var á vitjan hjá Tottenham í dag, og tað var leingi líkt til, at málið hjá Dimitar Berbatov skuldi geva Tottenham sigurin. Men tríggjar minuttir inn í yvirtíðina eydnaðist tað Carlos Tevez at tryggja Manchester United eina stigið, tá ið hann javnaði til endaliga úrslitið, 1-1.
Arsenal hevði ikki stórvegis trupulleikar móti Manchester City, og syrgdi fyri, at teir ljósabláu úr Manchester máttu leggja rygg til sítt fyrta heimavallartap í ár. Emmanul Adebayor skeyt tvey mál fyri Arsenal, meðan Eduardo Da Silva stóð fyri hinum.
Hini úrslitini úr Premier League í dag:
Birmingham - Derby 1-1
Blackburn - Everton 0-0
Portsmouth - Chelsea 1-1
Reading ? Bolton 0-2
Wigan - West Ham 1-0
Liverpool - Sunderland 3-0