Arsenal livir í vónini

Arsenal vann í kvøld annan dystin á rað, og hevur møguleika fyri at spæla seg millum fýra tey ovastu

Arsenal, sum í ár hevur verið fyri nógvum atfinningum eftir fleiri heldur ivasom úrslit, hevur seinastu dagarnar verið í einari góðari gongd.

 

Sunnudagin vunnu teir heimadystin móti Manchester United við 2-0, og í kvøld eydnaðist teimum aftur at vinna 2-0, tá teir spældu á útivølli móti Southampton.

 

Tað vóru teir báðir framrættaðu profilarnir, Alexis Sanchez og innskifti Olivier Giroud, ið skoraðu málini fyri Arsenal í kvøld.

 

Við sigrinum livir Arsenal í vónini um, at enda millum fýra tey ovastu. Teir hava spælt ein dyst færri enn Liverpool, og eydnast teimum at vinna tann dystin, eru teir bara eitt stig aftanfyri Liverpool. Liverpool hevur truplan útidyst í vikuskiftinum móti West Ham, og tað er ikki óhugsandi at teir kunnu seta stig til tann dystin.

 

Men Arsenal hevur heldur ongan lættan dyst sjálvir. Teir skulu spæla á útivølli móti Stoke, ið ofta hevur gott tak á teimum ovaru liðunum á stigatalvuni, tá teir spæla á heimavølli.

 

 

Southampton – Arsenal 0-2 (0-0)

0-1         Alexis Sanchez, 60.

0-2         Olivier Giroud, 83.