Arsenal eru nú fimm stig frammanfyri Manchester United í oddinum av Premier League, eftir at teir vunnu heimadystin móti Blackburn í kvøld. Úrslitið varð 2-0. Um vikuskiftið varð 26. umfar av Premier League spælt, og millum mongu úrslitini, hendi tað løgna, at Manchester City tóku øll á bóli og vunnu móti grannunum úr United. Hetta hevði so við sær, at Arsenal kundu gera sær sjálvum eina risa tænastu, við at vinna kvøldsins dyst, og tað var júst tað teir gjørdu. Emmanuel Adebayor, ið hevur staðið seg rættiliga væl í álopinum hjá Arsenal í ár, slapp eisini á máltalvuna í kvøld, men fyrsta málið átti verjuleikarin Philippe Senderos. Tað málið kom longu eftir bert fýra minuttum. Málið hjá Adebayor kom í yvirtíðini.