Arsenal Føroyar í Bowlinghøllini

Samstundis sum fótbóltskappingin í Onglandi er farin at halla, fer føroyska Arsenal-fjepparafelagið, Arsenal Føroyar, at hava ársaðalfund. Hann verður í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn nú leygardagin klokkan 15, har alt tað vanliga er á skránni. Ársfrágreiðing og roknskapur verða løgd fram, innkomin mál verða viðgjørd, og somuleiðis skulu veljast nevndarlimir, tiltakslimir og grannskoðari. Sum skilst er lagt upp til nakrar broytingar í nevndini, so okkurt nýtt navn verður óivað at síggja í leiðslu felagsins.

At aðalfundurin er lagdur í júst Bowlinghøllini, er heldur ikki av tilvild, tí ætlanin er at halda fram við hugnaligu samveruni eftir sjálvan fundin. Klokkan 17.15 verður hálvfinala í FA Cup-kappingini blást í gongd, og har er Arsenal annað liðið á vøllinum.

Talan er um dyst á hægsta stigi, tí mótstøðuliðið á Emirates Stadium er eitt annað London-felag, Chelsea. Bæði Arsenal og Chelsea hava í vikuni spælt seg í hálvfinalurnar í Champions League, og kunnu sostatt møtast aftur í størstu europeisku finaluni.

Arsenal Føroyar hevur nú tvey ár á baki, og talan hevur verið um tvey virkin ár, har fleiri ferðir er skipað fyri væleydnaðum og vælvitjaðum tiltøkum í sambandi við ymsar dystir hjá Arsenal.

Fjepparafelagið hevur sína egnu heimasíðu, arsenal.fo, har vaksandi limaskarin og onnur kunnu fylgja bæði við felagnum og við Arsenal.