Arnesen ov dýrur at sekkja

Danin Frank Arnesen situr leysur í stólinum sum talentleiðari í enska felagnum Chelsea. Meðan Mourinho var venjari har, var Arnesen ein týðandi partur av leiðsluni, men síðani nýggi venjarin Scolari tók við, er Arnesen mest sum parkeraður í felagnum. Ætlanin sigst hava verið at sekkja hann, men tað hevði kostað felagnum ov nógv, og tí skal Arnesen helst halda fram, til sáttmálin gongur út næsta ár.