Arne fann Louis van Gaal

Arne Ree Winthereig rendi seg í mest umtalaða venjaran í heiminum

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)

Bløðini í Onglandi vóru stúgvandi full av søgum, um hollendska venjaran hjá Manchester United, Louis van Gaal, sum eftir tapið fyri Southampton gav spælarunum frí í tveir dagar, tí hann fór heim.

 

Mitt í øllum rokanum, rendi Arne Ree Winthereig seg í mannin á flogvøllinum í Amsterdam. “ Hann er í Amsterdam”, skrivaði Arne Ree Winthereig á Facebook. Myndin hevur fingið nógva umtalu, tí Louis van Gaal er nógv umtalaður í løtuni, tí hann er undir nógvum trýsti.

 

- Tað er Ikki ofta, at tú møtir mest umrødda venjaranum í Premier League, sigur Arne við in.fo.

 

Hóast tað hevur gingið illa hjá Manchester United í mun til árini undir leiðslu av Sir Alex Ferguson, so var hollendski venjarin bara í góðum lag mánadagin, tá hann fór aftur til Manchester, eftir at hava vitjað familjuna.

 

- Hann var í góðum lag. Har vóru bara eg, hann og so ein, sum tók myndina fyri meg. Vit tosaðu ikki meira saman enn, at hann smíltist til kameraði, og eg ynskti honum góða eyðnu og hann segði takk, sigur Arne Ree Winthereig.

 

Louis van Gaal er framvegis venjari hjá Manchester United, men hann er kroystur í løtuni. Tað viðgekk hann eisini, eftir at Manchester United tapti 1-0 fyri Southampton leygardagin.

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)

Mynd: (Facebook/Arne Ree Winthereig)