Arnbjørn ynskir sær altíð bøkur

- Beint nú lesi eg norsku skaldsøguna, “Skinnende døde” eftir Mazdak Shafieian, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

 

Lesur tú føroyskar bøkur?  

- Ja, mær dámar væl at lesa føroyskar bøkur, serliga skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, men eisini væl skrivaðar yrkisbøkur.

Tað sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?  

- Beint nú lesi eg norsku skaldsøguna, “Skinnende døde” eftir Mazdak Shafieian, sum eg keypti á Gardermoen-flogvøllinum, tá kona mín og eg vóru við Havnarkórinum í Oslo í heyst.

Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?  

- Ja, eg ynski mær altíð bøkur - eisini í jólagávu, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð.