Arnbjørn Danielsen og B36 hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Arnbjørn Danielsen er toftamaður og er júst fyltur 50 ár. Hann hevur tikið sína venjaraleið í B36 og stóð sína A-útbúgving í 2022, tá sum høvuðsvenjari hjá D15. Hann hevur eina stolta søgu sum spælari í B36, har hann hevur vunnið tvey meistaraheiti.
Í 1997 skifti hann barndómsfelagið, B68 út við B36, sum hevði verið í einari langari oyðimarkargongd, tá vit tosa um meistaraheiti. Men árið 1997 kenna øll viðhaldsfólk hjá B36. Tað var meistaraheitið, sum setti hol á nýggju vinnaratíðina í B36. Arnbjørn hevur í tveimum skiftum verið aftur í reyðu blusuni á Toftum, men afturkomin til Havnar at spæla, kom hann aftur til B36.
Arnbjørn Danielsen hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í 2010, høvuðsvenjari hjá 1.deild í 2014 og hjálparvenjari í 2015. Aftaná nøkur ár at venja vaksin fór hann at venja árgangin hjá soninum. Hann hevur verið ein drúgvur barna- og ungdómsvenjari í felagnum.
- Í ár hevur hann vant næstabesta mansliðið í HB, og tí gleðast vit serstakliga nógv um, at fáa Arnbjørn nú kemur heimaftur, skrivar B36 og leggur afturat:
- Tað verður eitt høvi seinni at greiða nærri frá ætlanum fyri komandi kappingarár, og málsetningunum sum hann og felagið hava sett fyri 2024. Men vit kunnu heilsa og siga, at Arnbjørn er ein seriøsur venjari, sum er spentur til uppgávuna. Hóast hann formliga byrjar í starvinum 1.november, so er hann farin væl til verka at byggja víðari á tað góða arbeiðið sum frammanundan er gjørt.
Fyrireikingarnar eru í fullari ferð, og í B36 gleða tey seg nógv til, at Arnbjørn Danielsen aftur kemur at hava sína dagligu gongd í B36 húsinum.











