Arnbjørn avgjørdi

Arnbjørn T. Hansen, sum var toppskjútti í føroysku fótbóltskappingini í fjør, vísti á Svangaskarði í gjárkvøldið, at hann framvegis er maður fyri at finna málið

Fótbóltur

 

Eftir eitt marathon-álop á lettiska málið, har talan fyrst var um eitt innkast og síðani trý framúr góð hornaspørk frá Jákupi á Borg, eydnaðist Arnbjørn at enda at seta høvdið á bóltin og skora til 2-1, ið skuldi vísa seg at gerast sigursmálið, nú Føroyar fyri fyrstu ferð í átta ár vunnu ein dyst í einari undankapping.

– Hetta er fantastiskt, og tað er veldugt at vera við til eina slíka uppliving, segði Arnbjørn beint eftir dystin, ið var hansara bara nummar seks í røðini. Samstundis kunnu vit frøast um, at vit síðstu tveir dystirnar hava fingið tveir nýggja landsliðsmálskjúttar.

Arnbjørn, sum ikki var við í Eysturríki, men fekk møguleikan, nú nýggir mans skuldu kallast inn, tí tríggir høvdu karantenu, var eisini sera fegin um umstøðurnar, nú hann fekk sítt fyrsta mál á A-landsliðnum:

– Tað var serliga stuttligt at skora sítt fyrsta A-landsliðsmál undir hesum umstøðunum. Hetta var bara fantastiskt, segði kollfirðingurin, sum í seinna hálvleiki læt seg skifta út, tá hann hevði runnið og tuskað so nógv, at battaríini vóru fullkomuliga fløt.