Undan hesum umfarinum hevði Armenia ikki skorað eitt tað einasta mál í undankappingarbólki A. Leygarkvøldið eydnaðist teimum í Almaty í Kazakhstan at vinna 2-1, eftir at Armenia í steðginum hevði verið á odda 2-0.
Armenia skoraði í 31. og í 39. minutti. Seinna málið var brotsspark. Tveir minuttir fyri leiklok minkaði heimaliðið um munin. Tað var eisini við brotssparkið. Armenia hevur fýra stig, sum er sama stigatal sum Aserbadjan. Kazakhstan hevur fimm stig. Oddalið í bólki A eru Póland og Serbia. Portugal, Finnland og Belgia royna eisini at hanga uppií.