Seinasta blaðið frá Sosialinum í ár er komið í allar leysasølur í dag.
Í blaðnum er 32 síður stórt eykablað, har hugt verður aftur á árið, ið fer – og á hendan hátt vil Sosalurin siga árinum farvæl:
»Nú fara vit at siga 2015 farvæl. Líta vit aftur á seinastu 12 mánaðirnar, kunnu vit staðfesta, at tað hendir nógv eftir einum ári – bæði í tí persónliga og í tí meira almenna. 2015 er einki undantak í so máta. Vit vita best hvør í okkara lagi, hvussu tað privata 2015 hevur verið, men í samfelagnum er nógv hent hetta árið.
Politiska landslagið er broytt munandi í ár. Løgtingsvalið í september hevði við sær eitt skifti í landsins leiðslu. Borgarligu flokkarnir, sum høvdu rátt fyri borgum, fingu ein lúsing frá veljarunum, og tey, sum hava sitið í andstøðu, fingið óføra gott úrslit. Tí var upplagt, at eitt reint skifti var gjørt í landsins leiðslu, hóast tað kanska ikki er so vanligt, at andstøðuflokkarnir finna saman í samgongu eftir eitt val. Men soleiðis var tað hesaferð. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn kastaðu saman og lovaðu týðandi broytingar í politikkinum. Sjálvsstýrisflokkurin, sum bæði hevði verið í samgongu og andstøðu, var sitandi í andstøðu. Higartil hevur stevið í nýggju samgonguni ikki verið tað besta, og politiska ar beiðið hevur ikki verið so sannførandi, sum lagt var upp til. Men enn eru bert góðir hundrað dagar farnir av skeiðnum hjá samgonguni, og enn kann nógv náast og broytast.
Aftur í summar var stríðið um grindadrápið ovast á breddanum í fleiri mánaðir. Atgerðirnar hjá
Sea Shepherd felagsskapinum vóru í ár harðari, enn tær áður hava verið, og fleiri ferðir kom til samanbrestir millum aktivistar og myndugleikar. Hetta setti dám á føroyska samfelagið í longri tíð, og eisini í útheiminum kom grindadrápið upp at venda. Ikki minst var serliga fráboðanarskyldan eitt heitt kjakevni, og sagt verður, at hendan nýggja ásetingin í grindalógini er orsøk til, at ferðafólkatalið til Føroya fer at minka næsta ár. Enn er ein almenn fráboðan ikki komin frá Paul Watson og hansara fólki, men vit kunnu rokna við, at Sea Shepherd fer at taka stríðið uppaftur næsta summar.
Í hesum nýggjársblaði fara vit á ferð ígjøgnum farna árið. Hetta er ikki ein altumfatandi uppgerð av øllum tí stóra og smáa, sum hendi í 2015, men heldur ein kavalkada av tí, sum Sosialurin sum blað hevði at bjóða sínum lesarum. Vit taka fram onkrar markantar greinar frá 2015, og taka ymsar smærri og størri hendingar frá árinum við. Eisini rógva vit aftur á ymiskar útsagnir frá fólki. Vónandi gevur hetta eitt inntrykk av einum sera fjølbroyttum blaði, sum kemur út tríggjar ferðir um vikuna.
Við hesum Nýggjársblaði vil Sosialurin ynskja øllum sínum lesarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Vit síggjast í 2016!«
Blaðið fæst í leysasølu kring alt landið – og kann eisini keypast á sos.fo
Brot úr blaðnum síggjast niðanfyri.
Gott nýggár!
Sosialurin