Hvar verður nýggjársaftan hildin?
- í Árnafirði.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- At árið 2023 gjørdist okkara besta ár við fisk & kips og at øll, familja og vinir, hava tað gott, sigur Atli S. Justinussen í Árnafirði.
Hvat var tað keðiligasta?
- At tað eru so nógv fólk í Føroyum, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Tað er blivið alt ov dýrt at liva í Føroyum.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- At vit fáa betur umstøður á havna- og vinnuøkinum í Klaksvíkar kommunu.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg havi góðar vónir um, at árið 2024 fer at hildnast væl, og vit leggja alt í Harrans hendur, sigur Atli S. Justinussen.