Argjafólk fáa nýggjan skúla

Mánamorgunin verður nýggi skúlin á Argjum, »Skúlin á Argjahamri«, tikin í nýtslu. Næmingar møta tó í gamla Argja skúla til morgunsang klokkan níggju, áðrenn farið verður til gongu niðan í nýggja skúlan.

Tey møta í gamla skúlanum at siga skúlanum farvæl við morgunsangi, tí alt virksemi skúlans verður flutt í nýggja skúlan, sum samstundis skiftir navn frá Argja skúla til Skúlin á Argjahamri. Einasta undirvísing skúlans, sum framyvir verður í gamla skúlanum, er svimjingin.

Nýggi skúlin er ein sera vakur bygningur, býttur í tríggjar deildir, Grund-deild, Mið-deild og Há-deild, og eisini er frítíðarskúli í skúlanum. Tað sermerkta við skúlanum er, at hann er bygdur inn í landslagið, arkitektoniskt sera vakur, bygdur í fýra eindum, sum eru knýttar saman við felagshølum.

MAP arkitektar hava teknað, og Astrid Luin hevur listprýtt skúlan.

Tá næmingarnir fara til gongu úr gamla skúlanum mánamorgunin, verður gingið út eftir Argjavegnum og niðan eftir Traðagøtu við Argjabúðina. Uppi í nýggja skúlan tekur hornorkestur ímóti.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1956, at ein stórur skúli í Tórshavnar kommunu flytur í ein nýggjan bygning. Seinastu ferð var tá Tórshavnar Kommunuskúli flutti av Vaglinum niðan í Kommunuskúlan í 1956. Og mánamorgunin flytur ein stórur partur av Kommunuskúlanum út í gamla Argja skúla - fyribils, til ein loysn er funnin á soppatrupulleikanum í Kommunuskúlanum.