Ein javnur startur fyri allar bátarnar, men neyvan var startspurturin liðugur, tá reyði báturin av Argjum otaði seg fram um hinar. Tó í harðari kapping við bæði Nevið Reyða og eina løtu Ørv.
Kappingin stóð á inn móti 500 metrum. Komnir inn um 500 metrar byrjaði Nevið Reyða at bjóða argjamonnum av álvara av. Kvívíkingur og Ørvur kappaðust hesa løtuna um triðja plássið.
Argjamenn svaraðu aftur, tá Nevið Reyða byrjaði at ota seg fram, og tað sá eisini út sum , teir høvdu nógv eftir í sær, tá endaspurturin byrjaði. Og tað høvdu kvívíkingar eisini. Teir otaðu seg longur og longur fram á Nevið Reyða, so tann veruligi spenningurin endaði við at verða um annaðplássið.Tí argjamenn snøgt sagt vundu burtur úr hinum í endanum, og klaksvíkingar og kvívíkingar kundu bara staðfesta, at tá skotið small á málinum, var leyst millum Argjabátin og teir.
Við hesum trygga sigrinum hava argjamenn staðfest við tíggju tumma seymi, at tað er ikki av ongum, at teir eru føroyameistarar hjá áttamannaførunum. Teir hava ein avbera vakran og flottan róður. Um hann er so vakur, at tað fer at geva teimum útvarpssteypið á ólavsøku, kann bara tíðin vísa.
Sum hjá øllum hinum er finaluróðurin á ólavsøku eftir. Hann munnu fleiri enn bara argjamenn kanna sær, nú tvær vikur eru at venja til finaluróðurin.
1Argjabáturin06.45.14
2Nevið Reyða06.48.06
3Kvívíkingur06.49.16
4Ørvur06.55.21
5Miðvingur07.05.04
6Knørrur07.06.11
7Tofta Regin07.25.13