Ríkis- og stjórnarleiðararnir í londunum í Suðurameriku og í Karibiska Havinum siga í einari felags fráboðan, at teir taka av fullum huga undir við Argentina og tess stríði við Bretland um rættindini til Falklandsoyggjarnar.
Í 1982 var kríggj millum tey bæði londini, eftir at argentinski herurin hevði hersett tær.
Nú hava bretsku myndugleikarnir loyvt einum bretskum oljufelagi at leita eftir olju nærhendis oyggjunum, og tað hevur fingið øði í argentinar. Teir hava ongantíð slept kravinum um ognarrættin til Falklandsoyggjarnar ella Malvinurnar, sum argentinar rópa oyggjarnar.