Argentinska fótbóltslandsliðið var undir stórum trýsti í nátt, tá liðið fór inn á vøllin til dyst ímóti Costa Rica í Copa America-kappingini. Eftir javnleik ímóti bæði Bolivia og Kolombia var ein sigur á Costa Rica tað einasta, sum kundi tryggja Argentina framhaldandi luttøku í kappingini.
Ta uppgávuna megnaðu spælararnir at greiða, tí tá dómarin blásti dystin av, hevði Argentina vunnið 3-0. Tað fyrsta málið kom beint fyri steðgin, tá Kun Agüero úr Atletico Madrid setti bóltin í Costa Rica-málið. Stutt eftir steðgin økti hann til 2-0. Seinasta málið skjeyt Real Madrid-spælarin Ángel Di María.
Argentina er nú komið í fjórðingsfinaluna saman við Kolombia, Kili, Peru og Venesuela.