Fiskivinna: - Grønland er eitt spennandi land at virka í, og vit vita, at tað kann vera eitt ævintýr, um tað gongur væl. Vakstrarmøguleikarnir eru eisini serstakliga góðir.
So bjartskygdur var stjórin í JFK, Hanus Hansen, í einari blaðsamrøðu í vár, tá Arctic Prime Fisheries hevði keypt trý fiskavirkir í Suður- og Eysturgrønlandi. Arctic Prime Fisheries er felag, sum JFK eigur saman við Kim Høegh Dam.
Men nú skriva grønlendskir fjølmiðlar, at Arctic Prime Fisheries hevur gjørt av at lata eitt av teimum trimum virkjunum aftur í morgin. Talan er um virkið í bygdini Kuummiut. Orsøkin er stutt, at virkið gevur ikki fíggjarligt avlop, sigur grønlendska útvarpið.
- Raksturin liggur ikki í okkara hondum longur. Nú eru tað politikararnir, sum mugu taka eina avgerð, sigur Kim Høegh-Dam við KNR. Hann sigur, at tað er nóg mikið av fiski í umráðnum, men at felagnum vantar fiskiloyvi til eitt línuskip, sum kann útvega virkinum fisk og samstundis virka sum útbúgvingarstað.
Borgarstjórin í Kuummiut, Anders Sanimuinnaq, harmast avgerðina hjá Arctis Prime Fisheries at lata virkið aftur.
- Nógv húski, sum hava virkið sum tilverugrundarlag, noyðast tíverri á kommunuskrivstovuna eftir almannahjálp, sigur hann við grønlendska útvarpið.