Arbeitt við orðabókini í 12 ár

- Eg havi ikki uppiborið hetta, sigur ein lítillátin Jón Hilmar Magnusson um avgerðina at heiðra

MENTAN

Jón Hilmar Magnússon er føddur 7. oktober 1925 í Ási í Glertorpi í Íslandi. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið lærari, skúlastjóri og prentsmiðjueigari. Seinastu tíggju árini hevur Jón Hilmar Magnusson starvast við at skriva og yrkja. Jón Hilmar hevur havt nógv samband við Føroyar, og fýra døtur hansara eru giftar føroyingum. Tríggjar teirra búgva í Føroyum.
Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri Føroyum og føroyska málinum, og er íslendsk-føroyska orðabókin eitt úrslit av hesum áhuga.
Sjálvur sigur ein ógvuliga lítillátin Jón Hilmar Magnusson í stuttum viðtali við Sosialin beint áðrenn hann gjørdi seg til reiðar at fara úr Klaksvík til Havnar at taka ímóti virðislønini, at hann ikki heldur seg hava uppiborið hendan heiðurin. Hann sigur seg vera bilsnan og sigur, at hetta hevði hann ikki væntað.
Jón Hilmar Magnusson greiðir frá, at hann hevur arbeiddi við hesi orðabókini í 12 ár. Hugskotið at fara undir at gera ein slíka orðabók fekk hann, tá ein versonur ringdi til hansara og bað hann umseta nøkur fá orð fyri seg.

Byrjaði við føroysk-íslendskari orðabók

Í fyrstu syftu byrjaði hann tó at gera eina føroyska-íslendska orðabók, men hesum arbeiði gavst hann tó við fyribils, og fór heldur undir ay gera íslendska-føroyska orðabók, sum nú hon er liðug telur 51.000 leitorð.
Sum nevnt aðrastaðni ætlar Jón Hilmar Magnusson tó at taka arbeiðið við hinari orðabókini upp aftur nú, tann fyrra er greidd úr hondum, og sjálvur væntar hann ikki, at tað fer at líka drúgva tíð at skriva hesa bókina.
Jón Hilmar Magnusson hevur arbeitt fulla tíð við orðabókagerðini. Slíkt kostar sjálvandi pening, og tí er hann sera takksamur fyri, at íslendska Altingið stuðlaði honum so væl við arbeiðnum. Men sum hann sigur, so var áhugin fyri orðabókaarbeiðnum og eisini áhugin fyriFøroyum stórur í Altinginum.
Íslendska-føroyska orðabókin er tó ikki tað fyrsta av sínum slagi hjá tí nú 80 ára gamla Jón Hilmar Magnussyni. Umframt at hava skrivað og yrkt telist ein griksk-íslendsk orðabók eisini millum hansara bókmentaligu avrik.
Virðislønin varð handað Jón Hilmari Magnússyni á samkomu í Mentamálaráðnum í dag kl 14.