Á býráðsfundi í vikuni, samtykti býráðið at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna nýggjar og alternativar bústaðarmøguleikar í kommununi.
Hetta skrivar klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.
Arbeiðsbólkurin er eitt úrslit av borgarakanningini, ið varð gjørd í 2023, har borgarar í kommununi eftirlýstu fleiri fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Síðan hevur fyrisitingin kanna, hvussu og í hvønn mun kommunan kann økja um bústaðarmøguleikarnar.
Ætlanin er at manna arbeiðsbólkin við starvsfólkum úr kommunalu fyrisitingini, umframt at ein politiskur fylgibólkur er valdur. Í fylgibólkinum eru Gunvá við Keldu, fyri umhvørvis- og býarskipanarnevndina, Oddmar á Lakjuni, fyri teknisku nevnd, og Annika S. Biskopstø fyri minnilutan.
Í tilmælinum til býráðið stendur, at fyrsta uppgávan hjá arbeiðsbólkinum verður at kanna, hvørji økir í kommununi kunnu tillagast við smærri frávikum. Eftirfylgjandi skal farast í gongd við at gera tillaging og broyting í almennu byggisamtyktini. Harafturat skal arbeiðið taka atlit til, at í Klaksvíka er avmarkað byggilendi, og tí skal hugsast um øðrvísi-, tættari og hægri bygging.
Málsetningurin er, at arbeiðsbólkurin leggur eina ætlan fram, sum inniheldur eina stutttíðar ætlan (herundir hvat kann gerast beinanvegin), eina 2-ára ætlan (tillaga byggisamtykt, gera serstaka byggisamtykt), og eina 5-10 ára ætlan (langtíðarætlan viðv. bygging í kommununi).
Ætlanin er at arbeiðsætlanin skal verða liðug í september 2024, skrivar klaksvik.fo.