Arbeiðir við at framleiða føroyska parfumu

Ein gamal dreymur er við at blíva til veruleika

Siba er heitið á nýggjari parfumu, sum Barbara Næss Gunnarsson arbeiðir við at gera.

 

– Eg havi leingi gingið við dreyminum um at gera ætlanina um eina føroyska parfumu til veruleika og havi arbeitt við fyrireikingunum í nøkur ár við síðuna av mínum vanliga starvi, sigur Barbara Næss Gunnarsson.

 

Í fyrsta lagi er talan um eina konufólkaparfumu, men seinni er ætlanin eisini at framleiða eina mannfólkaparfumu. Tað arbeiðið er eisini byrjað, men tað er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða tílíkar vørur. Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum duftpinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt.

 

Fyri at fáa hesa parfumu-verkætlan til veruleika, roynir Barbara á hópfíggingarportalinum, har til ber hjá fólki at stuðla henni.

 

##med2##