Partarnir í arbeiðsósemjuni Í Kollafjørði hava í kvøld gjørt eina semju um arbeiðsviðurskiftini á Faroe Pelagic. Føroya Arbeiðarafelag, Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag og leiðslan á Faroe Pelagic hava gjørt semjuna í kvøld og stutt aftaná góðtók arbeiðsfólkið á Faroe Pelagic semjuna á fundi í Kollafirði.
Úrslitið av tí er, at arbeiðssteðgurin, sum varð lýstur á virkinum, er sostatt avblástur alt fyri eitt og sostatt stendur tað øllum frítt fyri at fara aftur til arbeiðis á virkinum.
Tað hevur ikki eydnast okkum enn at fáa eina viðmerking frá arbeiðarafeløgunum og tí kenna vit ikki einstøku lutirnar í semjuni










