TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har Tróndur prátaði við liðskiparan á føroyska landsliðnum, Atla Gregersen aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta á útivølli í tí seinasta Nations League undankappingardystinum.
Liðskiparin er glaður um, at tað slapst undan skaðanum at detta niður í lægsta EM-undankappingarstyrkisbólkin við javnleikinum, men leikliga er Atli Gregersen ikki nøgdur við avrikið.
Atli Gregersen er eisini sera vónsvikin um, at Malta sleppur at skora beint aftaná Føroyar hava lagt seg á odda 1-0. Hann heldur, at sjálvt smápiltar vita, at eitt lið er veikast tá tað hevur skorað.
Atli Gregersen er eisini sjálvatfinningarsamur um egið avrik í dystinum ímóti Malta.