Vandi er fyri, at 375.000 donsk arbeiðspláss verða niðurløgd tey næstu árini, annaðhvørt tí at tøkni fer at gera mannahendur óneyðugar, ella tí at danskar fyritøkur velja at flyta sítt virksemi til onnur lond.
Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum stovnurin Rambøll Management hevur gjørt. Christian Bason, sum starvast á stovninum, sigur við danska útvarpið, at talan er um einki minni enn eina kollvelting á danska arbeiðsmarknaðinum. Hann sigur, at nógv arbeiðspláss í træ- og pappírsídnaðinum eru í vanda, og at tað sama er galdandi fyri tey, sum gera innbúgv. Heldur ikki tey, sum arbeiða í jarn- og metalvinnuni, kunnu kenna seg trygg, sigur Christian Bason.
Donsku fakfeløgini siga seg longu kenna sviðan av, at fleiri fyritøkur velja at flyta sítt virksemi til lond í Eysturevropa ella Asia, tí at arbeiðsmegin er bíligari har. Lillian Knudsen, sum er formaður í Kvindeligt arbejderforbund, sigur, at tey flestu ófaklærdu arbeiðsplássini í Danmark fara at hvørva eftir fáum árum.