Arbeiðsmarknaðurin verður rúmligari

Tað verður lættari hjá fólki við skerdum førleika at fáa atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin framyvir. Tað er greitt eftir, at eitt samt løgting í dag hevur tikið undir við umfatandi lógarpakkanum um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevði lagt fyri tingið.

- Breiða undirtøkan fyri uppskotinum tvørtur um floksmørk vísir, at uppskotið um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur fingið eina virðiliga viðgerð. Lógarpakkin fer at gera føroyska arbeiðsmarknaðin rúmligari. Okkara arbeiðsfjøld er lítil, og útlit eru fyri, at hon minkar. Tískil er tað av stórum týdningi, at øll, sum kunnu geva nakað á arbeiðsmarknaðinum, fáa møguleikan til tess.

Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Við lógarpakkanum um arbeiðsfremjandi tiltøk verður farið undir fleiri nýggjar skipanir, ið bæði skulu virka fyribyrgjandi í mun til óarbeiðsføri og stuðla undir, at eisini tey, sum onkursvegna hava skerdan arbeiðsførleika, fáa betri atgongd til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum annars.

-Talan er í roynd og veru um ein arbeiðsmarknaðarreform, sum løgtingið hevur samtykt. Fyri at fasthalda fólk á arbeiðsmarknaðinum, hava vit nú millum annað fingið ásett eitt krav um virknisvenjing eftir seks mánaðir á forsorg.

Annika Olsen vísir á, at uppfylgingin av sjúkradagpeningamálum verður eisini styrkt, so tað ber til at seta inn tíðliga fyri at hjálpa fólki aftur til arbeiðis. Nú verður eisini møguligt hjá teimum, ið hava lítlan arbeiðsførleika, at fáa eitt sokallað tillagað starv, ið er nýggja heitið fyri vard størv.

Landsstýriskvinnan fer í næstum at seta ferð á arbeiðið at endurskoða læknaváttanirnar, har ætlanin er at broyta orðaljóðið, so tað í framtíðini kemur at standa, hvat fólk eru før fyri at gera, og ikki sum í dag, hvat fólk ikki kunnu gera.