Arbeiðsloysið veksur í Finnlandi

Arbeiðsloysið í Finnlandi er vaksið teir seinastu mánaðirnar. Í apríl var tað 9,3 prosent, og seinasta mánaðarskiftið var tað 10,5 prosent. Finska hagstovan sigur, at arbeiðsloysið verður uppaftur størri nú í juni, tí at tá verða ungfólk, sum júst eru liðug við útbúgvingina, skrásett sum arbeiðstøk.

Finsku hagtølini vísa annars, at 35,2 prosent av teimum ungu millum 15 og 24 ár eru arbeiðsleys, men hóast talið er stórt, er tað minni enn fyri einum ári síðani.

Seinasta mánaðarskiftið vóru umleið 293.000 fólk í Finnlandi skrásett sum arbeiðsleys.