Arbeiðsloysisprosentið var 6,1. Tað er 0,3 prosentstig meiri enn í september mánað.
Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, so vísir árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið 6,5 í oktober, og tað er 0,2 prosent meiri enn í september.
Býtt á kyn vóru 856 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 813 mannfólk í oktober. Hjá kvinnum vaks talið við 21 og hjá monnum við 69, samanborið við september.
Arbeiðsloysið í oktober var størri enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 157 fleiri fulltíðararbeiðsleys í oktober í ár, enn tað vóru í november í fjør. Hinvegin er arbeiðsloysið nú munandi minni enn tað var í februar í ár (sí strikumynd). Stóri vøksturin, ið var í arbeiðsloysinum frá november mánað í fjør, hvørs størsta orsøk helst var húsagangurin hjá Fiskavirking, var í hæddini í februar. Arbeiðsloysið minkaði soleiðis við 588 fulltíðararbeiðsleysum frá mars til september.
Men nú tykist vend at vera komin í og arbeiðsloysið veksur aftur.