Arbeiðsloysið í Portugal metstórt

Arbeiðsloysið í Portugal er nú metstórt, og sambært búskaparfrøðingunum verður tað uppaftur størri næsta ár. Hagstovan í Lissabon kunngjørdi í dag, at í øðrum ársfjórðingi var arbeiðsloysið 15 prosent, sum er tað mesta í mong ár. Samstundis hava búskaparfrøðingarnir hjá stjórnini sagt, at arbeiðsloysið verður ætlandi 16 prosent næsta ár.

Nú eru 826.000 portugisar skrásettir í arbeiðsloysisskipanini, og sum í fleiri øðrum londum eru tað serliga tey ungu, sum hava ilt við at finna sær nakað at gera. Tey portugisisku tølini vísa, at av teimum 15 til 24 ára gomlu eru 35,5 prosent arbeiðsleys.

Tað veksandi arbeiðsloysið gevur teimum politisku leiðarunum nakað at hugsa um, tí tað veksandi útgjaldið til tey arbeiðsleysu ger tað torført at halda ætlanina um sparingar á fíggjarlógini. Portugal hevur lænt 78 milliardir evrur frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, og treytin er, at landið skal spara munandi á fíggjarlógini.