Tey, sum eru arbeiðsleys, fara nú at fáa hægri gjald úr Als. Og samstundis verður inngjaldið til Als, lækkað. Tað er endamálið við einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Landsstýrismaðurin sigur, at fíggjarliga støðan hjá Als er so góð nú, at tað er ráðiligt at hækka útgjaldið og at lækka inngjaldið.
Als hevur havt avlop á hvørjum ári síðani 2014. Tá var eginognin slakar 307 milliónir, men við árslok í 2019 var eginognin komin upp á einar 910 milliónir.
Og nú metir stýrið fyri Als, at tey eru so væl fyri fíggjarliga, at tey klára eitt arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull 12 ár, og veksur arbeiðsloysið til 10 prosent, klárar Als at halda seg flótandi í seks ár.
Síðani 1998 hevur arbeiðsloysið verið sløk fýra prosent í miðal. Tí verður inngjaldið til Als nú lækkað úr 1,25 prosentum, sum tað er nú, og niður í eitt prosent av lønini.
Útgjaldið úr Als er ikki broytt síðan 2012. Sum støðan er nú, fáa fólk 75 prosent av lønini í útgjaldi úr Als, men tað verður nú hækkað upp í 80 prosent av lønini.
Men tað er kortini eitt hámark, tí arbeiðsleys kunnu ikki fáa meiri enn 17.500 krónur um mánaðin úr Als í mesta lagi, men nú verður tað hækkað upp í 18.500 krónur um mánaðin.
Broytingarnar koma í gildi á nýggjárinum.