FA-Aðalfundur
Møguleikarnir fyri útbúgvingum skulu styrkjast munandi.
Tað varð samtykt á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.
Í hesum sambandi samtykti aðalfundurin at gera arbeiðsloysisgrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag til ein útbúgvingargrunn.
Føroya Arbeiðarafelag hevur ein arbeiðsloysisgrunn, men Ingeborg Vinther sigur, at á aðalfundinum varð ført fram, at tað eru so nógvir limir í felag, at grunnurin munar ov lítið, samstundis sum ALS er komið.
Men tað eru eisini tey, sum stúra fyri, at politiski myndugleikin hevði lagt arbeiðsloysisgrunnin undir seg, verður hann ikki broyttur og umskipaður, so at hann ikki kann rørast.
- Vit vita, at ætlaninr nú eru frammi um at ognartaka ALS, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga.
- Og tá ætlanin er at taka ALS, kann arbeiðsloysisgrunnurin hjá Føroya Arbeiðarafelag avgjørt heldur ikki kenna seg tryggan, hóast talan er um ein grunn, sum limirnir í Føroya Arbeiðarafelag hava betalt, allan sum hann er. Men ALS er eisini ein grunnur, sum limirnir á Arbeiðsmarknaðinum eiga, men kortini eru røddir frammi um at ognartaka hann.
- Tí er tað best og tryggast, at arbeiðsloysisgrunnurin verður umskipaður so at hann ikki kann rørast, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at at sostatt verður hann umskipaður til ein útbúgvingargrunn, har avkastið av honum skal brúkast til útbúgvingar og skeið.
Uppskotið varð samtykt á aðalfundinum og nú skal so ein reglugerð gerast fyri tann nýggja útbúgvingargrunnin.