Arbeiðsfólk fara At krevja hægri løn

Øll arbeiðarafeløgini hava nú sagt sáttmálan við arbeiðsgevararnar upp og tað er lítið at ivast í, at eitt av krøvunum verður at lønin skal hækka

Sáttmálasamráðingar



Tað er lítið at ivast í, at eitt krav verður, at lønin skal hækka.

Tað er toluliga greitt, nú øll tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt av at siga sáttmálan við arbeiðsgevararnar upp.

Sáttmálarnir fara úr gildi á midnát tann 30. apríl og skulu sigast upp fyri fýra mánaða ávaring.


Og nakað fyri jól fekk Føroya Arbeiðsgevarafelag skriv frá øllum fimm arbeiðarafelagnum, har sáttmálin varð uppsagur.

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at øll arbeiðarafeløgini hava sagt sáttmálan upp í felag og ætlanin er eisini, at tey skulu samráðast um nýggjan sáttmála í felag.


Umframt Føroya Arbeiðarafelag, er talan um arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Havn og og bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík.


Ringt at siga

Feløgini fara nú at tosa saman um, hvørji krøvini til ein nýggjan sáttmála skulu vera.


Og av tí, at tey ikki hava tosað saman enn, er Ingeborg Vinther varin at siga nakað um, hvørji krøv kunnu koma upp á tal.


Men hon sigur, at ímillum krøvini verður allarhelst eisini krav um hægri løn.


- Tað er ongin loyna, at keypiorkan er minkað og at tað er blivið verri at fáa endarnar at røkka saman, tí alt dýrkar, staðfestir forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.


Hon sigur, at nú fara feløgini at fyrireika eitt samráðingarupplegg og at útvega skjalatilfar, sum skal stuðla upp undir krøvini


Her kann viðmerkjast, at hon hevur áður sagt fyri Sosialinum, at umframt sjálva tímalønina, heldur hon, at tað er neyðugt at hækka ymar viðbøtur, sum hava staðið í stað í fleiri ár fyri ávís arbeiði, nú skulu hækkast.


Føst løn á fiskavirkjum

Men Ingeborg Vinther staðfestir eisini, at tað verður í øllum førum eitt krav, at ein fastlønarsáttmáli skal gerast fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkjum.


- Hetta er eitt krav, sum vit ikki hava slept og sum fer at verða ført fram einaferð afturat, sigur hon.


Hon leggur afturat, at hetta er eitt av teimum týðandi krøvunum frá verkamannafeløgunum.


Seinast gjørdu tit ein trý ára sáttmála. Er tað sannlíkt, at tit gera ein so drúgvan sáttmála einaferð afturat?


- Tað er ilt at siga fyrrenn feløgini hava tosað saman, men eg vænti tað ikki, sigur Ingeborg Vinther.


Hon sigur, at skal so drúgvur sáttmáli gerast, skal hann í øllum førum vera serliga góður.


Les eisini greinina: Prísurin fyri at liva hækkaður yvir 30%