Arbeiðir fyri fríhandli við Ísrael

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur skotið upp fyri ísraelska vinnumálastýrinum, at gjørd verður ein fríhandilsavtala millum londinibæði. Hesum ynskja ísraelittar at arbeiða víðari við

 

Hol er sett á politisku tingingarnar um eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Ísrael.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er í hesum døgum á arbeiðsferð í Ísrael, har hann kannar ísraelskan KT-vinnupolitikk við atliti til, at ein føroyskur KT-vinnupolitikkur skal orðast og leggjast fyri løgtingið á ólavsøku.

Í hesum sambandi vitjaði Bjarni Djurholm fyrradagin ísraelska vinnumálastýrið.

Bjarni Djurholm nevndi fyri ísraelska vinnumálastýrinum møguleikan at gera eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Ísrael. Hesum tók ísraelska vinnumálastýrið væl ímóti og segði seg ynskja at fara víðari við fyrireikingunum av einari fríhandilsavtalu, boðar Bjarni Djurholm frá í tíðindaskrivi úr Ísrael.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar í dag keypa nógvar hátøknivørur úr Ísrael, og tí kunnu fáa fyrimun av einari fríhandilsavtalu.


Skal leggja lag á fjarskiftislóg

Føroyski landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur eisini vitjað ísraelska samskiftismálaráðharran.

Umframt, at hesi tosaðu saman um meira samtarv og samvinnu millum Føroyar og Ísrael innan samskiftisøkið, vildi ísraelski ráðharrin hava Bjarna Djurholm at kunna seg um fyrireikingarnar til nýggja føroyska fjarskiftislóg.

Ísraelska samskiftismálaráðið heitti á Bjarna Djurholm um at fáa upplýsingar um, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða skipað í sambandi við radiofjarskifti.

Hetta heldur ísraelska stjórnin vera viðkomandi í sambandi við serligu umstøðurnar millum Ísrael og palestinar.


Føra valstríð

Samstundis, sum Bjarni Djurholm er í Ísrael og tosar við stjórnina um viðkað samstarv við Føroyar, finst meginparturin av vesturheiminum at Ísrael fyri hørðu viðferðina av palestinum í sambandi við ófriðin millum Ísrael og palestinar.

Somuleiðis hevur formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, sent ísraleska forsetanum, Ariel Sharon, bræv, har hann sigur, at ein ovurstórur meiriluti av føroyingum fult út stuðlar Ísrael.

Hetta kann fatast, sum at Fólkaflokkurin veruliga er farin at føra valstríð. Ein partur av veljarafjøldini hjá Fólkaflokkinum er nevniliga vinarliga sinnaður móti Ísrael.

Samgongufelagarnir hjá Fólkaflokkinum fingu einki at vita um ísraelsferðina hjá Bjarna Djurholm fyrr enn á landsstýrisfundi fríggjadagin áðrenn fráferðina mánadagin. Tá høvdu fjølmiðlarnir longu fingið at vita um ferðina í tíðindaskrivi.