Týskvøldið varð enn ein leki staðfestur í Norðoyatunlinum. Menn frá Landsverki fóru beinanvegin at umvæla skaðan, og í morgun varð arbeiðið liðugt. - Vit vita ikki rættiliga hví, at tað hendir aftur, sigur Uni Danielsen, stjóri í Norðoyatunlinum. Men nú skuldi verið í lagi aftur!, staðfestir stjórin í Norðoyatunlinum, Uni Danielsen.
Eftir at ávaringartólini fyrrakvøldið søgdu frá, at vatnstøðan var í hægra lagi, vóru menn skjótir á staðið fyri at kanna, hvat var áfatt.
Teir kundi beinanvegin staðfesta, at skaðin minti ikki sørt um tann undanfarna, bert nakrar fáar hundrað metrar longur niðri í tunlinum: Trupulleikin var í sjálvari vatnleiðingini.
Ein líknandi støða hendi herfyri, og viðkomandi spurningurin til Una Danielsen er tí, um hesin seinasti lekin er tann seinasti.
- Vónandi er tað so, men eg kann sjálvandi ikki geva nakað garanti uppá tað, sigur Uni Danielsen.