DEYVAØKIÐ
Hóast Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið umsiting síni boð um at kanna, um fígging kann útvegast, soleiðis at deyvaøkið verður betur fyri komandi ár, torir hann ikki enn at geva foreldrum at deyvum børnum eina vón um, at tey sleppa á teknmálsskeið komandi ár.
- Finna vit eina loysn, kundi eitt hálvt ráðgevarastarv verið normerað afturat tí hálva, sum er normerað, sigur Óli Holm, landsstýrismaður.
Deyvaráðgevin, sum sat í hálvum starvi, segði seg úr starvi í summar vegna ov stóra arbeiðsbyrði. Uppgávurnar hjá viðkomandi svara til tvey fulltíðarstørv.
- Møguliga er tað ikki nóg mikið bert at normera eitt hálvt starv afturat, men allur bati bøtur. Verður tað hálva starvið veruleiki, letur tað upp fyri møguleikum, sum ikki eru til í dag.
Stjórin á Sernámsdeplinum sigur í blaðnum í dag, at hálv onnur miljón í meirjáttan til Sernámsdepilin hevði gjørt tað møguligt, at deyvaøkið varð væl hægri raðfest enn tað verður í løtuni.
- Handa upphæddin er ikki tøk í dag, sigur Óli Holm.
Spurdur um tað ikki er vandi fyri, at tey deyvu og avvarðandi teirra detta burtur ímillum, tí tey eru so fá í tali og ikki gera so nógv um seg, sigur Óli Holm.
- Tað meti eg avgjørt ikki. Øll, sum kenna eitt sindur til deyvaøkið, vita, hvussu týdningarmikið tað er.