Apríl 2009: Vit eru for býtt til kjarnorku

Tað er djúpt óseriøst at tosa um kjarnorku í Føroyum. - Vit hava hvørki sakkunnleika ella umsitingarskipan til tað. Harafturat eru føroyingar ikki júst kendir fyri at liva upp til fyritreytir og krøv á umhvørvisøkinum. Tað sigur Vilhjámlur Nielsen, orkuráðgevi, sum eisini mælir til at skrotta ætlanina um at leggja elkaðal til Íslands

Hesa vikuna eru tvey oljuóhapp hend í Føroyum. Er tilbúgvingin blivin róst í samband við hetta? Nei, ha? Hvussu skulu vit so gera við kjarnorku?

Tað spyr Vilhjálmur Nielsen, doktari og ráðgevi í orkuspurningum, nú kjakið um framtíðar orku í Føroyum aftur verður tikið upp í Løgtinginum.

Tjóðveldi hevur lagt tvey mál um orkuspurningin til samtyktar fyri Tingið. Annað snýr seg um minkingar av CO2 útláti og hitt um menning av varandi orku. Tey málini hava verið í rættarnevndini hjá Løgtinginum til viðgerð, og har hevur Vilhjálmur Nielsen, ið er orkuráðgevi, gjørt viðmerkingar til málini.


Óseriøst at tosa um kjarnorku

Tá áður hevur verið tosað um framtíðar orkumøguleikar í Føroyum, hevur eitt eventuelt kjarnorkuverk verið uppi og vent fleiri ferðir. Tað tykist heldur ikki sum at politikararnir vilja sleppa hesum tankanum.

Vilhjálmur Nielsen sigur, at hann heldur tað verða djúpt óseriøst at blíva við at tosa um kjarnorku í Føroyum.

- Eg mangli at hoyra eitt einasta argument fyri at gera kjarnorkuverk í Føroyum. Vit hava hvørki sakkunnleikan ella ta umsitingarskipan, ið skal til fyri at hava kjarnorku. Harafturat er orkutørvurin í Føroyum so lítil, at tað er ein trupulleiki í sær sjálvum. Tí haldi eg, at tað er óseriøst at tosa um kjarnorku, sigur Vilhjálmur Nielsen.


Hvørki bíligt ella grønt

Sambært Vilhjálmi Nielsen er kjarnorka hvørki bílig ella so grøn, sum summi vilja vera við.

- Gamaní er einkulta verkið CO2 neutralt. Men tá hevur tú ikki tikið alt viðsíðunaav við eisini. Tú brúkar rættiliga nógva orku til at fyrst útvinna uranið, upp á flutning av burturkastinum, at byggja kjarnorkuverkið og so framvegis. Tá tú tekur alt tað við, er eitt kjarnorkuverk ikki so grønt, sum summi vilja vera við.

Tað, ið er avgerandi tá slíkar avgerðir skulu takast, er tað, ið stendur á teirri endaligu botnlinjuni. Og tá stendur heldur ikki so væl til við prísinum.

- Tú kann gott fáa ein lágan prís fyri hvønn kilowatttíma, men tá roknar tú ikki tann kostnaðin við, sum er allastaðni rundanum. Tú skal hava sakkunnleika allastaðni rundanum. Tað krevur serliga útlærd fólk, og tú má hava avtalur um at sleppa av við avfallið. Tað er ikki nakað, tú bara ger, og tað kostar. Harafturat má tú hava eina backuppskipan, ið klárar at nøkta tørvin hjá øllum landinum tá óhappið er úti. Eg sigi ikki um, men tá óhappið er úti, og neyðugt er at sløkkja av eini ella aðrari orsøk.

- Harafturat eru føroyingar ikki júst kendir fyri at fylgja fortreytunum og krøvunum um umhvørvi. Nóg illa helvtin av kommunum uppfylla krøvini til umhvørvi, vísir Vilhjálmur Nielsen á.






Tórsvøllur ov breiður

Brian Kerr er nýggjur landsliðsvenjari í fótbólti hjá Føroyum, og 56 ára gamli Kerr hevur áður verið í Føroyum við írska landsliðnum. Tá gramdi hann seg um, at Tórsvøllur var ov smalur at spæla á, og hann kærdi vøllin til FIFA. Nú er sum vent í holuni, tí nú heldur Kerr, at Tórsvøllur er ov breiður. - Tað veldst jú um, hvørjum sessi tú situr í. Tað ræður jú um at vinna tær teir fyrimunir, sum tú kanst, sigur Brian Kerr.




Tjaldrið fekk salmonella

Menn, sum sigla við vaktarskipinum Tjaldrinum vórðu fongdir við salmonella. Fýra sjúkir mans noyddust í fyrstu syftu í land, og síðani máttu tveir afturat geva skarvin yvir. Tað vil siga, at helvtina av manningini umborð gjørdist sjúk.

- Í fyrstuni vistu vit ikki, hvat var áfatt hjá hesum monnum, men sum tíðin er liðin, hava nakrir teirra fingið staðfest hjá lækna, at teir eru fongdir við salmonella, sigur sigur Jóannes í Heimistovu, samskipari hjá Fiskiveiðieftirlitinum.





Forsætisráðharri skilur føroyskt

Lars Løkke Rasmussen er fyrsti danski forsætisráðharrin, sum bæði skilur og kann tosa eitt sindur av føroyskum. Løkke er giftur føroysku Sólrun Jákupsdóttir, og tey hava tætt tilknýti til Føroya. Lars Løkke hevur nú tikið við eftir Anders Fogh Rasmussen, sum valdi eitt starv sum NATO-aðalskrivari fram um danskan politikk. Løkke skal nú leiða donsku stjórnina restina av valskeiðnum og ganga á odda í einum komandi valstríði hjá borgarligu stjórnini.



Eingin panikkur í Vágum

Hóast øll tiltøk vóru sett í verk til ein møguliga neyðlending í Vágum, so merktu ferðafólkini umborð onki til hetta.

- Eg havi flogið nógv í mínum lívið, og hatta var helst róligasta lending, eg havi verið við til í Vágum, sigur Rólant Poulsen, ferðafólk. Hann vísir somuleiðis á, at ongin panikkur var umborð yvirhøvur, og at fólk als ikki vóru bangin, um hvat kundi henda.

Orsøkin til óvanligu lendingina var, at flogskiparin fekk ikki læst eitt hjól, men lendingin gekk væl, og eingin vandi var á ferð.




Kvinnuligu virðini eru so ráðandi í dagstovnum, at íborna náttúran hjá dreingjum er í vanda. Tí skulu vit loyva dreingjunum at berjast meira.

Claus A. Rasmussen,

pedagogur í dagstovni



Mær dámar so væl steinar, tí tú kanst brúka teir til so nógv. Líka sum við orðum. Tú velur sjálvur, um tú vilt drepa ella oyðileggja við teimum ella brúka teir til at skapa okkurt nýtt.

Tóroddur Poulsen,

listamaður