Apple vil hava Premier League

Teldufyritøkan Apple vísir áhuga í at verða við í kappingini um rættindini at senda frá Premier League, tá fyribils útboðið kemur á marknaðin undan kappingarenda í ár.

 

Premier League verður mett sum ein sending, sum kann hjálpa Apple TV at grundfesta seg á bretska sjónvarpsmarknaðinum, samstundis sum tað kann seta ferð á søluna av iPod. iTunes haldaratænastan er longu upp á pláss.

 

Hjáveran av Apple – og møguliga eisini stóra kappingarneytanum, Google – fer at gera Premier League ógvuliga kappingarført á marknaðinum, samstundis, sum rættindi til aðrar ítróttagreinar missa áhuga.

 

Tað skrivar enska heimasíðan hjá Daily Mail.