Apple í Evropa er skrásett í Írlandi, sum hevur sera lagaligar treytir til fyritøkur.
Nú er sannlíkt, at Apple hevur fingið eina í so góða avtalu. Í øllum førum sambært ES kommisiónini.
Enn er ikki útgivið í smálutum hvør avtalan er, men ES hevur seinastu tvey árini havt eina kanning í verk, ið skal finna útav hvussu skatta avtalan millum Apple og Írland er samansett.
Í stuttum hevur Apple fingið eina avtalu, ið inniber, at tann inntøkan teir hava í Evropa og verður skatta í Írlandi, við einum skattaprosenti, ið er lægri enn tey vanligu 12.5%, ið fyritøkur annars rinda í partafelagsskatti í Írlandi.
ES tulkar avtaluna millum Apple og Írland sum ein óbeinleiðis statstuðul til eina fyritøku og tað er ólógligt sambært ES lóggávu.
ES kommiserurin Margrethe Vestager, hevur ætlanir um at Apple afturvirkandi skal rinda tann skatt, ið tey av røttum skuldu havt. Tilsamans kann tað gerast so nógv um 19 milliardir dollarar.
Tim Cook, stjóri í Apple, hevur sagt, at Apple fer at skjóta málið inn fyri hægra rætt um felagið verður dømt at rinda nakað sum helst.