Eitt tað fremsta eyðkennið fyri føroysku heimastýrisligheitina, er at ábyrgd er ikki nakað tú tekur ella hevur. Ábyrgd er bert nakað, tú rennur undan. Hetta sæst allastaðni í politisku skipanini – og í almenninginum verður sjáldan nakar politikari settur til svars fyri sínar gerðir. Við tí úrsliti, at vit endurtaka somu skeivu avgerðir umaftur og umaftur.
Tá ið so onkuntíð roynt verður at varpa ljós á ymisk mál og krevja avleiðingar og umhugsan, verður almenna orðaskiftið fylt av fólki, ið vilja flyta ábyrgdina burtur, tosa uttanum og verja tey, ið áttu at staðið við sína ábyrgd.
Seinastu vikuna, hevur mín góði vinur, gjáarmaðurin Sofus Johannesen havt vaktina sum apologetur (undanførsluverji), við fleiri lesarabrøvum um dagin, har hann roynir at verja øll mistøk Javnaðarfloksins og ABC-samgongunnar við at skjóta í blindum eftir serliga Tjóðveldi og undirritaða.
M. a. førir Sofus fram, at Tjóðveldi hevur ábyrgdina av at ongin koppseting verður ímóti lívmóðurhálskrabba, tí at Jóannes Eidesgaard eftir trýst frá samgonguni valdi at strika eina kunngerð um at tolla sigarettir (!) At játtanin til koppseting varð strikað av Hans Paula Strøm, langt áðrenn Eidesgard bakkaði – ja, tað leggur Sofus vertin á. Tí Tjóðveldi kann jú altíð brúkast sum ræðumynd fyri at fjala egin mistøk (hóast Tjóðveldi hevur uppskot á tingi um júst somu koppseting).
Fari ikki at gera viðmekingar til allar desperatu royndirnar hjá Sofusi at flyta fokus og villleiða fólk.
Men tá Sofus, sum starvast hjá Toll og Skatt, eisini roynir at fjala útyvir og bera í bøtuflaka fyri ábyrgdarleysa spekulasjónspolitikkin hjá Javnaðarflokkinum í búskapar- og skattamálum, skal hann fáa eitt longri og grundgivið svar.
Upptakið eftir ABC
Tí talan er um eitt skúladømi um, hvussu grovt farast kann fram í føroyskum politikki, og hvussu skjótt ábyrgdarleysi 80’ara politikkurin verður endurtikin í ABC-samgonguni, hóast ávaringarnar ikki skorta. Vert er eisini at geva gætur, at tað fyrsta tann fyrra ABC-samgongan gjørdi, var at geva studning til rækjuflotan, strika allar íløguavtalur við kommunurnar og at samtykkja ein skattalætta, ið hevur kostað landi og kommunum 372 mió. kr. um árið. Hetta hevur tikið grundarlagið undan búskapinum og ikki gjørt nakran betri fyri. Og tað fyrsta og einasta hendan seinna ABC-samgongan hevur gjørt higartil, er at brúka 30 mió. kr. av almennum pengum til at bjarga einum privatum partafelag.
Sofus hevur nógv betri evnir enn eg at rokna út, hvussu nógvar koppsetingar, dagtilhald til eldri ella sosialar og mentanarligar batar vit kundu fingið fyri tað, ið bara í hesum dømum er lorkað burtur.
Eggjanin til lánsfíggjaða spekulasjón
Í 2006 gjørdi ein meiriluti í fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein heilt serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sær pening at keypa partabrøv fyri. Tey fingu nú møguliga at draga renturnar av slíkum lánum frá.
Hóast øll andstøðan og onkur einstakur samgongulimur ávaraðu staðiliga ímóti hesi óviðgjørdu broyting, varð hon samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum.
Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar. Har var ongin meting, hoyring, viðgerð ella útrokning av nøkrum (júst sum við øðrum fíggjar- og skattabroytingum hjá ABC).
Men grundgevingarnar ímóti eru greiðar – og tær vórðu allar førdar fram alment, áðrenn Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum:
Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjaða spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi og uppsparing, ið kann gagna fíggingarmøguleikum og elva til váðaspjaðing í búskapinum, verða privatfólk og fíggingarstovnar eggjaðir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sørt um skipanirnar í 80’unum, tá reiðarí og feløg tóku lán til eginpening, ið síðani skuldu útloysa studning og veðhald frá landinum.
Talan er um greiðan sosialan ójavnað. Somu skattafyrimunur verða ikki givnir til privatfólk og familjur, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Og tey, ið fáa fyrimun av hesum skattafrádrátti, fáa óbeinleiðis stuðul til aðra privatnýtslu. Fyri tey, ið hava fleiri lán og fleiri kapitalpostar er møguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi størri, tí flytast kann ímillum ymsu postarnar.
Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í partabrøv krevur onga aðra tileggjan enn hana, at roknað verður við at talan er um skilagóða íløgu. At eggja til lánsfíggjaða spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir heldur ikki sørt um spekulasjónina í 80’unum, har tað orsakað av rentuskattalógini loysti seg at lána pengar uttanlands, seta teir í føroyskar peningastovnar, og síðani tjena uppá ein nærum óskattaðan rentuvinning í Føroyum.
Búskaparliga hevur hendan broytingin saman við ógrundgivnu skattalættunum í árunum 2004-2008 og teimum nýggju lánsmøguleikunum frá peningastovnunum við avdráttarskáa v.m. verið drívmegi í at yvirhita búskapin, hækka kostnaðarstøðið og máa støðið undan haldførum vøkstri. Og ongin króna varð løgd til síðis ella spard upp hjá tí almenna hesi árini.
Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkað, at íløgur og lán til at keypa partabrøv, sum ikki hava reelt virði, eru høvuðsatvold til kreppu og niðurgongd, stendur avgerð undanfarnu ABC-samgongunnar í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýrið forsømt at broyta skipanir og hava eftirlit við fíggjarmarknaðinum, men tað hevur harafturímóti eggjað til og spælt við í óhaldføru fíggjargongdini.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu.
Samanumtikið:
Hetta hevur verið ringt fyri fíggjarmarknaðin og fyri eitt burðardygt vinnulív og haldførar íløgur.
Tað hevur verið ringt fyri búskapin.
Ringt fyri landskassan.
Ringt fyri samhaldsfestið í samfelagnum.
Og tað hevur verið ringt fyri tey, ið hava sett seg í skuld at keypa partabrøv, sum nú hava mist virðið og mugu realiserast. Og her er ikki bara talan um múgvandi fólk, men vanlig fólk við meðalinntøku, sum av landsstýrinum og fíggingarstovnunum hava verið eggjað til at seta seg í hesa skuld.
Tjóðveldi góðtekur ikki ábyrgdarloysið
Sofus Johannesen er vælkomin at halda fram at grundgeva fyri hesum politikki Javnaðarfloksins og at sleppa teimum undan at standa til svars.
Men Tjóðveldi fer ikki at góðtaka eitt slíkt ábyrgdarloysi, sum nú verður roynt at fjala aftanfyri altjóða fíggjarkreppu, har vit als ikki hava merkt veruligu avleiðingarnar enn.
Okkara búskaparligu, vinnuligu og sosialu trupulleikar í løtuni, eru fyrst og fremst avleiðingin av einum ábyrgdarleysum politikki hjá ABC-samgonguni. Altjóða fíggjarkreppan ger bert skeivleikarnar størri og sjónskari.
CHE-samgongan hevði sett sær fyri at gera veruligar broytingar og reformar, búskaparliga, vinnuliga og sosialt. Og hóast hon bert hevði reellar tríggjar mánaðir at virka í, har tingið var saman, so hevur hon gjørt størri broytingar, enn øll undanfarnu 4 árini. At Javnaðarflokkurin ikki tordi at gera nakrar veruligar bygnaðabroytingar tá til stykkis kom – og ikki minst tá ruddast skuldi upp í fíggjarliga óskilinum og tunnilslyftunum – tað er so teirra søk.
Men at javnaðarfólk kappast um at rista álir av ryggi Tjóðveldisins, sum stóð við allar avtalur og kýtti seg at arbeiða í døgndrift, hóast upploysn var í Javnaðarflokkinum um tunlar og blokk, ætli eg mær ikki at góðtaka longur.
Tá ið Javnaðarflokkurin á landsfundi fegnast um altjóða fíggjarkreppuna og truplu búskaparstøðuna, ið sambært teimum, skal geva flokkinum vind í seglini, kann ein ikki annað enn øtast. Er tað veruliga so, at roynt verður at føra ein ábyrgdarleysan politikk, so fólk skulu ræðast at taka ábyrgdina av egnum landi og ístaðin venda sær til sambandsflokkarnar í Føroyum, sum bjóða danska hjálp?









