Ap vrakar Eskil Petersen

Lokalfelagið hjá, Eskil Petersen, Porsgrunn Arbeiderparti, vil ikki geva AUF-leiðaranum møguleikan fyri at sita í Stórtinginum fast.

Mánakvøldið var stríðsval í lokalfelagnum um plássini á stórtingslistanum hjá Telemark Ap undan komandi vali, sum verður næsta ár.

Lokalfelagið hjá Eskil Petersen valdi at vraka AUF-leiðaran til tað triðja plássið á listanum, sum kann geva sess í Stórtinginum.

Sambært Telemarkavisen varð lokalpolitikarin gjøgnum mong ár, Christian Tynning Bjørnø valdur fram um Eskil Petersen við 42 atkvøðum móti 21.

- Vit kenna Christian væl og vita, hvat hann stendur fyri. Tað er orsøkin til, at vit stuðla honum fram um Eskil Petersen, sigur leiðarin í Porsgrunn Ap, Øystein Beyer við TA.

- Tað eru tveir góðir kandidatar, men vit kenna Christian frá arbeiðinum í býráðnum í tveimum setum, við týðandi umboðum. Vit hava sæð, hvussu hann handfer truplar støður, so sum skújlareformin. Vit meta hann vera góðan í samskifti, sum hevur stóran týdning, og tað eru høvuðsorsøkirnar til, at vit stuðla honum, sigur Øystein Beyer við vg.no.

Tað verður ikki greitt fyrr enn 24. november, hvat nummar á listanum, Eskil Petersen, tá nomineringsfundurin í fylkinum verður hildin.

Eskil Petersen meldaði seg inn í lokalfelagið í Porsgrunn í mars, og fyrr í heyst tók hann av at stríðast fyri at gerast stórtingspolitikari eftir valið komandi heyst.

Eskil Petersen var ógvuliga nógv frammi eftir 22. juli í fjør, og sæst á myndini saman við forsætisráðharranumn, Jens Stoltenberg á Utøya fyrr í ár.