Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, fer enn eina ferð til Miðeystur at vitja.
Axios, sum er amerikansk nettíðindasíða, veit at siga, at vitjanin verður í endanum av næstu viku.
Á ferðini í Miðeystri fer Antony Blinken at umrøða kríggið í Gaza.
Axios veit at siga, at uttanríkisráðharrin eitt nú fer at vitja í Ísrael, Sameindu Arabisku Emiratunum, Saudi Arabia og í Qatar.