Antony Blinken er aftur í Tel Aviv

Á ferðini í Miðeystri hevur amerikanski uttanríkisráðharrin vitjað í fleiri londum.

 

Hetta er fjórðu ferð, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, vitjar í Ísrael síðan hin 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael.

 

Blinken, sum lendi í Tel Aviv í kvøld, kom beinleiðis úr Saudi Arabia, sum er sætta landið, hann hevur vitjað á hesi ferðini í Miðeystri.

 

Í Saudi Arabia segði amerikanski uttanríkisráðharrin, at hann fer at viðgera tað við Ísrael, sum hann hevur fingið burtur úr á ferðini. 

 

- Málið við ferðini hjá Antony Blinken er ein roynd at byrgja uppfyri, at stríðið í Gazageiranum spjaðir seg til onnur lond í Miðeystri.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld.