Sambært nýggja uppskotinum um miðsavnan av fiskirættindum, verður samlaða markið framvegis 17,5%.
Ein broyting er tó gjørd í nýggja uppskotinum í mun til tað gamla. Í tí gamla uppskotinum var sagt, at eingin einsamallur kundi hava ræðisrætt á meir enn 20% av botnfiski í føroyskum sjógvi, uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavinum og botnfiski og øðrum djórasløgum uttanfyri føroyskan sjógv.
Í nýggja uppskotinum er markið flutt frá 20% uppá 35%, galdandi fyri bæði uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum. Reglurnar eru ikki galdandi afturvirkandi og ei heldur fyri útboðin eitt ára rættindir.