Símun Gullaksen hevði hug at royna okkurt nýtt.
Frá hugsan til veruleika var ikki so langt, tá hugskotið um henda sjáldsama handilin kom fram.
Hann fekk fatur á góðum sambondum í Danmark, og fyri nøkrum vikum síðani lat hann upp handil í Klaksvík.
Heitið í handlinum sigur alt um handilin: Hann eitur snøgt Antikk & List, og tað er eisini tað, sum myndar úrvalið í hesum handlinum.
Blandað úrval
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein slíkur handil letur upp í Føroyum. Og tað er tí altíð við einum ávísum spenningi at ein fer undir slíkt.
Spurningurin er altíð, hvussu fólk fara at taka ímóti hesum. Hesum nýtist Símun kortini ikki at óttast fyri.
Hesar fyrstu fýra vikurnar hava rættiliga nógv fólk verið inni í handlinum og hava haraftrat ognað sær okkurt av tí forkunnuga, sum handilin hevur at bjóða kundunum.
Tá vit vitjaðu handilin fyrr í vikuni sást, at úrvalið var farið at minka í stóran mun.
- Men vit fáa nýggjar vørur aftur í næstu viku, kundi tann fryntliga handilskvinnan, Hannefía Joensen upplýsa fyri okkum.
Roynt verður at hava tað úrvalið sum kundin ynskir. Og tað fer eisini at sermerkja handilin í framtíðini.
Eitt annað sum kundin beinanvegin leggur merki til er at vørurnar eru sera bíligar. Tað er ikki allastaðni at til berat fáa eina stóra og vakra kistu fyri einans 5000 kr.
Men tað fært tú hjá antikk & List í Klaksvík










