Antic væl nøgdur

A-Landsliðið - Serbiski venjarin, ið mátti síggja dystin frá áskoðaraplássunum, tí hann hevði karantenu, var væl nøgdur við at vinna 3-0

Hóast hann royndi at smoyggja sær út í bussin eftir dystin, uttan at fjølmiðlarnir skuldu leggja hann til merkis, eydnaðist at fáa orðið á serbiska landsliðsvenjaran, Radomir Antic, meðan hann vinarliga skriv­aði børnum autografar uttan fyri FSF-húsið.
– Vit fingu eitt skjótt mál og komu stutt eftir eisini upp á 2-0, og annars haldi eg, at vit høvdu gott tamarhald á spælinum. Í seinna hálvleiki høvdu vit einar tveir ella tríggjar góðar møguleikar, ið áttu at givið mál, men kortini eri eg nøgdur við sigurin, segði Antic.
– Sjálvandi kunnu vit spæla betur, enn vit gjørdu hesa ferð, men 3-0 á útivølli er altíð ein góð byrjan í ein­ari EM-undankapping, so eg eri væl nøgdur.
Radomir Antic noyddist at síggja dystin frá áskoðaraplássunum, tí í kjalarvørrinum á HM-enda­spæl­inum í Suðurafrika í summar fekk hann karantenu í fýra landsdystir, eftir at hann hevði verið í so opin­skáraður um avrikið hjá dóm­aranum Jorge Lorrionda úr Uruguay, eftir at Serbia tapti 1-2 fyri Australia.
Ein onnur avleiðing av hesum er, at Antic er gingin við til at fara niður í hálva løn sum landsliðsvenjari, tí gjørdi hann ikki tað, hevði serbiska fótbóltssambandið givið honum sekkin fyri longu karantenuna, ið ger, at hjálparvenjari hansara, Resad Kunovac, hesar dystirnar má av­greiða alt tað, sum skal gerast undir dysti.
Hesi viðurskifti tosaðu vit ikki við Radomir Antic um fríggja­kvøldið, tí hann vildi bert gera við­merkingar til sjálvan dystin. Og nú hann hevði sæð sínar menn »við hepnari hond« tikið tey væntaðu trý stigini, hevði hann rósur at bera før­oyingunum:
– Føroyar hava eitt ungt og kanska ikki so roynt lið, men teir hava tíðina fyri sær, so tit kunnu vænta tykkum eitt sindur av hesum liðnum, segði Antic, áðrenn hann skundaði sær í spælarabussin, ið koyrdi vestur á flogvøllin beint eftir dystin.